Landsdómari við Eystara Landsrætt

16. januar 2004 tekur Jón Fríðrik Kjølbro, løgfrøðingur, við sum landsdómari við Eystara Landsrætt í Keypmannahavn.

Jón er 36 ára gamal og klaksvíkingur, sonur Alvdis, f. Sørensen, ættað úr Kunoy, og Jógvan F. Kjølbro, úr Klaksvík. Hann flutti sum smádrongur til Keypmannahavnar at búgva og er uppvaksin har.

Hann byrjaði at lesa til løgfrøðing í 1987 og var liðugur í 1992. Meðan hann las, arbeiddi hann í danska løgmálaráðnum sum studentur, og tá hann varð liðugur, fekk hann starv sum fulltrúi har. Samstundis hevði hann til uppgávu at møta sum ákæri fyri politistjóran í Keypmannahavn.

Frá 1994-96 arbeiddi Jón sum dómarafulltrúi hjá Sorinskrivaranum í Havn.

Eftir tað fór hann aftur í starv hjá danska løgmálaráðnum og byrjaði á lógardeildini, har høvuðsuppgávan hjá honum var ES-rættur og mannarættindi. Eisini var hann hjálpari hjá statsadvokatinum og møtti sum ákæri í landsrættinum.

Í 2001 fekk hann starv sum høvuðsráðgevi í lógardeldini hjá Løgmálaráðnum við ábyrgd fyri mannarættindum. Í hesum starvi var hann ráðgevi hjá teimum ymisku ráðharrunum í donsku stjórnini í mannarættindamálum. Hann hevur umboðað Løgmálaráðið bæði innan- og uttanríkis. Eisini hevur hann undirvíst dómarum og øðrum embætisfólki. Hann hevur eisini undirvíst í Føroyum.

Nú hann tekur við sum landsdómari við Eystara Landsrætt, hevur hann farloyvi frá Løgmálaráðnum í tvey ár.

Jón leggur serligan dent á at hann sum trúgvandi í sínum arbeiði, og í øllum tí sum hann ger hevur eitt vers í Kolossebrævinum 23,3 fyri eyga, har stendur"Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran"

Jón er giftur við Guðrun, dóttir Judith og Osvald Kjærbo í Havn, tey eiga tríggjar synir: Kristian 11 ár, Jóhan Fríðrik 10 ár, og Andrias Fríðrik 6 ár.

Familjan býr í Glostrup og koma nógv saman við øðrum føroyingum. Tey koma í eina samkomu har sum nógvir føroyingar eisini ganga.