John Johannessen
Fyri at fáa meira burtur úr arbeiðsorkuni hjá serkønu fólkunum á Hagstovuni og Landsbankanum ætlar landsstýrið at leggja hesar báðar stovnar saman, eins og umsitingina av Búskaparráðnum.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur seg vænta eina nógv effektivari arbeiðsgongd, verða hesir stovnar, sum í veruleikanum arbeiða við somu uppgávum, lagdir saman.
? Hetta er ein miðvís ætlan um at leggja alla samfelagsligu hagtalsviðgerðina undir eitt, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Tað er enn ikki greitt, nær stovnarnir verða lagdir saman, men sambært løgmanni fer tað í øllum førum at ganga eitt hálvt ár, áðrenn komið er so langt. Í løtuni situr ein arbeiðsbólkur mannaður við starvsfólkum á stovnunum og øðrum embætisfólkum og leggur ætlanina til rættis.