Landsbankin: Handilsjavnin stór yvirskot

Handilsjavnin, sum er útflutningurin minus innflutningin, hevur líka síðani 2015 givið yvirskot, og avlopið vaks í 2024 samanborið við 2023. Avlopið var 2 mia. kr. í 2024

Tað skrivar Landsbankin í morgun:

 

Myndin niðanfyri vísir gongdina í inn- og útflutninginum av vørum, umframt sjálvan handilsjavnan. Á myndini sæst, at handilsjavnin, sum er útflutningurin minus innflutningin, er positivur øll árini aftur til 2015. Eisini sæst at avlopið er vaksið frá 2023 til 2024, og var í 2024 2 mia. kr. Samlaði útflutningurin minkaði í 2024, men innflutningurin fall uppaftur meira, og tí vaks avlopið á handilsjavnanum í 2024.

 

Í 2024 var vøruútflutningurin 12,3 mia. kr., og umleið 47% av útflutningsvirðinum stavaði frá útflutningi av laksi, meðan 53% stavaði frá øðrum vørum, serliga fiskavørum. Nærum helmingurin av føroyska vøruútflutninginum fór til ES í 2024 og 15% til USA.

 

Innflutningurin í 2024 minkaði 1,5 milliard kr. samanborið við 2023 og var góðar 10 mia. kr. Tað er afturgongdin í bólkinum ”skip og onnur flutningstól” sum hevur størst ávirkan á afturgongdina, men eisini er ein afturgongd í millum annað innflutninginum av akførum á 18% frá 2023 til 2024.

 

##med2##

 

 Kelda: Hagstova Føroya og egnar útrokningar

 

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.