Samstundis sum Landsbanki Føroya leggur fram sína seinastu frágreiðing fyrrapartin, fer løgtingið enn einaferð at viðgera Landsbankan.
Yviri við Strond 15 verður hálvárliga búskaparmetingin hjá Landsbanka Føroya almannakunngjørd. Frágreiðingin frá Landsbankanum er grundarlag undir tí búskaparmeting, sum Búskaparráðið kemur við fyrsta dagin.
Í løgtinginum fer tingið at viðgera uppskot frá Tjóðveldi, sum vil avtaka lógina, sum avtekur Landsbankan. Longu nú er greitt, at andstøðuuppskotið vinnur ikki frama. Samgongan førir fram, at síðani lógin um at avtaka Landsbanka Føroya varð samtykt fyri jól er einki broytt, ið talar fyri at seta á stovn aftur Landsbankan.










