Landsbanki Føroya hevur í tíggju ára føðingardag í ár.
Í tí sambandinum og í samband við at nýggja búmerki bankans verður kunngjørt, skipar bankin fyri fyrilestrum og móttøku týsdagin 9. juni klokkan 13.15.
Fyrilestrarnir verða hildnir í Havnar Bio, og móttøkan verður á Parnassinum á Hotel Hafnia.
Tiltakið byrjar í Havnar Bio klokkan 13.15, tá Sigurd Poulsen, landsbankastjóri fer at gera eina búskaparlýsing.
Tá hann er liðugur tekur Jens Vejlø, sum er leiðandi búskaparfrøðingur í Unibank, við og hann fer at halda ein fyrilestur, sum hann kallar »Euro - eitt nýtt alheims gjaldoyra«.
Klokkan 15.30 byrjar móttøkan á Hotel Hafnia.
Klokkan 16.00 verður vinnarin av búmerkjakappingini almannakunngjørdur.
Nýggja búmerkið landsbankans verður víst fram og virðislønirnar verða handaðar.
Móttøkan endar klokkan 17.30










