Fríggjadagin verður 190 ára føðingardagur á Landsbókasavninum. Á skránni verður m.a. "Speakers Corner", har nakrir brúkarar fara at bera Landsbókasavninum stuttar heilsanir, og gestir fáa høvi til tað sama.
Svend Højgaard fer at halda fyrilesturin Landsbókasavnið – vitin í vitanarsamfelagnum. Hann fer at vísa á nøkur aktuell samfelagsrák, sum eru viðkomandi fyri stovnin, og fer at koma við uppskotum um, hvussu Landsbókasavnið framhaldandi kann mennast og vera viðkomandi fyri einstaklingin og tað føroyska samfelagið.
Síðani fer Ole Wich at halda fyrilesturin Lyngbye bar gullið av heiði – eitt burturgloymt handrit á Landsbókasavninum. Hann fer at siga frá einum handriti, sum hann heilt óvæntað kom framá í eini handritaeskju við skjølum eftir V.U. Hammershaimb. Hetta er eitt dømi um, hvat mann kann koma framá í goymslum Landsbókasavnsins. Eitt handrit, sum øll hava hildið var burturmist, er komið undan kavi.
Aftaná Speakers Corner verður so høvi at síggja framsýningina um søgu Landsbókasavnsins. Kaffi og lagkøka verða at fáa í sambandi við ókeypis føðingardagstiltakið. Eisini fer Hanus G. Johansen at spæla.
Tiltakið byrjar klokkan 15 fríggjadagin 9. november.