Landleiðin letur uppaftur

Trolbátarnir á landleiðini fáa mest av toski og flatfiski.

- Fiskiskapurin hjá partrolarunum er smáligur, tó hevur okkurt parið brúkiligan fiskiskap. Skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og toski.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur, og trý pør eru framvegis á gulllaksaveiði.

 

- Tríggir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Teir fiska mest svartkalva, kongafisk og upsa, og væntandi koma allir inn at landa síðst í næstu viku. 

 

Væntandi er, at tríggir trolbátar koma inn at landa mánadagin, tveir av Íslandsrygginum og ein, sum hevur roynt eystanfyri. Trolbátarnir hava mest av toski og svartkalva.

 

Lagt verður aftrat, at landleiðin letur uppaftur 1. august, sum er í dag, og her fara nakrir trolbátar at royna.

 

- Trolbátarnir á landleiðini fáa mest av toski og flatfiski, og helst koma bátarnir, sum nú fara á landleiðina, inn at landa síðst í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.