Tað gjørdist amerikanski Floyd Landis úir Phonak-liðnum, sum vann ársins útgávu av Tour de France. Landis tóktist annars hava mist sín møguleika, tá hann á 16. etapuni misti nógva tíð í mun til restina av feltinum. Men í 17. etapuni gjørdi hann bart. Hann streyk einsamallur avstað, og tá munurin til feltið bara øktist, kundi hann aftur standa ovast, áðrenn seinastu tíðarkoyringina, har hann eisini hevði næstbestu tíðina. Norski Thor Hoshovd vann annars seinastu etapuna, og gjørdist hann soleiðis fyrsti súkklarin, sum hevur vunnið bæði prologin og seinastu etapuna.
Tíðindi