Landis illa sperdur

Doping-ákærdi vinnarin av Tour de france, Floyd Landis, tykist standa alsamt veikari í frágreiðing sínum.
Hóast súkklarin sjálvur hevur bedýrað, at høga testosteron-innihaldið í blóðinum hjá sær er eitt náttúrligt fyribrigdi, so er ivasamt, hvørt hetta er allur sannleikin. Í øllum førum skrivar New York Times í dag, at A-royndin sýnir, at talan er um syntetiskt testosteron, og tí er neyvan hugsandi, at hetta er komið av náttúrligum ávum.
Og seinasta frágreiðingin um, at hetta er íkomið av øl og whiskey, sum Landis hevði drukkið kvøldið fyri 17. etapuna, er neyvan nakað, sum verður tikið í fullum álvara.