Landis dømdur fyri dopingnýtslu

Amerikanarin, sum tók øll á bóli við at vinna Tour de France í fjør, er nú feldur fyri nýtslu av dopingevninum testosteron.

Landis hevur leingi verið undir illgruna fyri at hava nýtt doping, og í dag fall dómurin, sum tekur heiðurin frá 2006 frá honum, umframt at hann ikki kann luttaka í skrásettum súkklukappingum tey komandi tvey árini.

 

Floyd Landis kann framvegis kæra dómin.