Eftir avtalu við bústjóran og advokatin, Eyðfinn Jacobsen, hevur felagið Landingarmiðstøðin við Toftagjógv rikið landingarmiðstøðina á Toftum seinastu mánaðirnar.
Tað var í mars í ár, at P/F Landingarmiðstøð Føroya gav skarvin yvir á Toftum og í Klaksvík, og hálvan apríl í ár læt Landingarmiðstøðin við Toftagjógv virksemið á Toftum uppaftur.
Tíðliga í summar var høvi eisini at bjóða upp á gøgnini hjá Landingarmiðstøð Føroya. Bjóðast kundi upp á øll gøgn undir einum - ella serstakt upp á gøgnini ávikavist á Toftum og í Klaksvík.
Aftan fyri felagið Landingarmiðstøðin við Toftagjógv, sum nú rekur virksemið á Toftum, eru Rúni Lamhauge, sum er stjóri, Niclas Davidsen, sum er nevndarformaður, felagið Molva, sum Jóhannus M. Olsen og Poli Hansen eiga og landingarmiðstøðin Barið í Havn.
Bíða eftir svari
Rúni Lamhauge, stjóri í Landingarmiðstøðini við Toftagjógv, sigur, at tá høvið var at bjóða einaferð tíðliga í summar, læt felagið boð inn til bústjóran upp á gøgnini á Toftum. Hóast rúm tíð er liðin síðan, hevur felagið ikki fingið nakað ítøkiligt at vita um, hvussu verður. Felagið veit heldur ikki, um onnur møguliga hava víst virkseminum á Toftum áhuga.
- Nú tíðin er vorðin so long, og vit einki ítøkiligt fáa at vita, er spurningurin, hvussu leingi tað verður motiverandi at reka virksemið. Vit ætla okkum at gera onkrar broytingar, men tað ber illa til, so leingi vit einki vita.
Rúni Lamhauge heldur, at boðið, sum Landingarmiðstøðin við Toftagjógv hevur latið bústjóranum, er eitt rímiligt boð, og tí vóna teir, sum nú standa aftan fyri landingarvirksemið á Toftum, at okkurt fer at spyrjast burturúr.
- Sum er, hongur landingarvirksemið á Toftum eitt sindur í leysari luft, og tað halda vit vera spell, sigur stjórin, Rúni Lamhauge.