Landing
Seinasti túrurin hjá flakatrolaranum Skálabergi var rættiliga góður. Skipið var fult undir lúkurnar, og lastin vá millum 1150 og 1200 tons. Veiðan er løgd upp og skild í vørunummur í Norðurhavnini í Klaksvík, har 30 landarar hjá Landingarmiðstøð Føroya hava havt rættiliga langar arbeiðsdagar.
30 mans í sving
Pól Fuglø, landingarformaður hjá Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík, sigur, at teir 30 landararnir byrjaðu at landa Skálaberg seinasta leygardag klokkan 15, og klokkan 22 í týskvøldið í hesi vikuni var lastin tóm.
Hann sigur, at landað hevur verið upp í 17-18 tímar um samdøgnið. Síðan eru menn farnir heim at sova, men lagt hevur verið til brots aftur morgunin eftir klokkan 06.
Landingarformaðurin vísir á, at veiðan hjá Skálabergi er býtt upp í umleið 30 vørunummur.
- Sum skilst, er stóra lastin longu seld og fer avstað í hesi vikuni, sigur hann.
Landingarliðið hjá Landingarmiðstøðini í Klaksvík telir vanliga 8-12 menn, og tá ið mest er at gera við bryggjukantin, plagar talið av landarum at liggja um 16.
Pól Fuglø sigur, at tað hevur gingið væl at fáa fólk at landa, nú veiðan hjá Skálabergi skuldi leggjast upp.
Norðborg landar
Tá vit tosaðu við landingarformannin í gjár, segði hann, at Norðborg er á veg á Klaksvík við umleið 1300 tonsum av frystari vøru, sum landararnir eisini skulu fáa upp úr skipinum og inn í frystigoymsluna í Ánunum.
Saman við vanligu ísfiskalandingunum við Kósabrúnna, sum eru færri og fleiri gjøgnum vikurnar, má sigast, at landing seinastu tíðina hevur givið monnum í Klaksvík góðan pening.