Hann er millum fremstu hondbóltsmálverjar nakrantíð, men nú fer hann at gevast á danska landsliðnum.
Niklas Landin hevur sambært danska TV2 boðað frá, at olympiska endaspælið í París verður svanasongur hansara á danska landsliðnum.
Niklas Landin sigur við TV2, at hann vónar hann kann vinna OL-gull í seinasta endaspælinum hjá honum.
Niklas Landin hevur síðani 2008 spælt 273 landsdystir fyri Danmark, og hann er millum fremstu donsku landsliðsleikararnar nakrantíð.
Niklas Landin vann OL-gull í 2016, HM-gull í 2019, 2021 og 2023, og EM-gull í 2012.
Niklas Landin vann OL-silvur í 2021, HM-silvur í 2011 og í 2013, og EM-silvur í 2014 og í 2024.
Í 2022 vann Niklas Landin EM-bronsu. Hann hevur sostatt vunnið 11 heiðursmerki við danska landsliðnum.
Í 2019 og í 2021 var Niklas Landin kosin at vera heimsins besti hondbóltsleikari.
Niklas Landin fer tó at halda fram við at verja málið hjá AaB nøkur kappingarár aftrat.