Landið skal ognartaka Tryggingarfelagið Føroyar

Tað er skeivt at hava milliardupphædd í felagnum, har umboðsráð, nevnd og stjóri kunnu ganga og klapppa hvørjum øðrum á ryggin

 

- Landsstýrið eigur at kanna møguleikan fyri at ognartaka Tryggingina.

 Hetta sermerkta sjónarmiðið førir Reimund Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, fram, nú Løgtingið viðgerð fíggjarpolitikkin tey næstu árini.

 

Talan  verður um at útvega landskassanum fleiri inntøkur, samstundis sum sparingar skulu fremjast.

 

Nógv uppskot eru um, hvaðani landskassin skal fáa fleiri inntøkur.

Men mest sermerkta sjónarmiðið hevur Reimund Langgard, sum heldur, at landsstýrið eigur at kanna møguleikan at ognartaka Tryggingina, sum allir tryggingatakararnir í grundini eiga.

 

- Tað er skeivt at hava eina milliardupphædd liggjandi á Kongabrúnni, sum eingin í veruleikanum hevur ábyrgdina av.

- Tað verður sagt, at tryggingartakarin eigur tryggingina. Men hvør røkir áhugamálini hjá tryggingartakarunum, spyr Reimund Langgard.

 

Hann vísir á, at vit hava eitt vælmannað umboðsráð í Tryggingini, har limirnir fáa stórar samsýningar fyri at pleyga nevndina og stjóran – og stjórin pleygar kanska umboðsráðið aftur og soleiðis kunnu øll ganga og klappa hvørjum øðrum á ryggin, heldur tingmaðurin.

 

- Men hvør líður undir tí? Tað eru kanska tryggingartakarin og tí taki eg undir við, at landið ognar sær Tryggingina og tað, hon eigur, sigur Reimund Langgard.