Landið skal eiga Frøoya Banka

Á fundinum millum Poul Nyrup Rasmussen og Javnaðarflokkin varð eisini tosað um Føroya Banka

? Føroya Banki er vorðin eitt aktivt fyri landskassan, og vit halda, at hann skal gerast eitt enn betur aktiv, tá ein møgulig oljuvinna fer at taka seg upp, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Tí ávaraðu vit ímóti ætlanunum hjá borgarliga landsstýrinum um at privatisera bankan.

? Skal hann privatiserast, so skal tað ikki gerast, fyrr enn hann er vorðin eitt veruligt aktiv, og hevur latið landinum pengarnar aftur, hann hevur kostað.

? Tá kann hann seljast - og fyri rætta kursin.

Hesi sjónarmið skilti forsætisráðharrin væl, sigur Jóannes Eidesgaard.