Landið má helst veðhalda fyri tunlar

Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin kunnu helst gerast, uttan at tað ávirkar kredittmetingina av Føroyum.

 

- Verður rætt atborið, ber til at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, uttan at tað fær avleiðingarnar kredittmetingina av Føroyum.

 

Tað sigur Fíggjarmálaráðið í einum uppriti um fíggingarmøguleikarnar í sambandi við at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

 

Men hevði Eysturoyartunnilin verðið privatur, so at tað almenna bara skuldi fíggja Sandoyartunnilin, hevði tað helst fingið størri avleiðingar fyri kredittvirðið, leggur Fíggjarmálaráðið afturat.

 

- Tá hevði landið ikki fingið avæntaðu inntøkurnar úr Eysturoyartunlinum, sum kunnu brúkast til at fíggja Sandoyartunnilin við.

 

Metingarnar eru kortini óvissar, staðfestir Fíggjarmálaráðið eisini.

 

Eftir semjuni, sum nú er um at báðir tunlarnir verða almennir, kann kredittvirðið,  í ringasta føri, lækka nakað í byggitíðini, men hetta verður ikki hildið at vera sannlíkt.

 

Ein orsøkin er, at landið hevur frammanundan ikki nógva skuld og at kanningar vísa, at Eysturoyartunnilin er ein lønandi íløga, sum er før fyri at fíggja Sandoyartunnilin eisini.

 

- Eysturoyartunnilin eigur at verða mettur sum eitt aktiv av ratingfeløgum, sum kann hava inntøkur við sær til at fíggja aðrar samferðsluútbyggingar við.

 

Annars heldur Fíggjarmálaráðið, at verða báðir tunlarnir knýttir saman í eitt felag, verður helst neyðugt við onkrum slagi av landskassaveðhaldi, fyri at fíggja báðar tunlarnir.

 

- Landskassaveðhald skal í hesum føri ikki sammetast við tey veðhald, sum vórðu veitt privatum vinnulívi í 1980´unum.

 

- Í hesum føri er talan um at veðhalda fyri tvær almennar verkætlanir, sum hava til endamáls at útbyggja føroyska vegakervið, sigur Fíggjarmálaráðið.

 

Fíggjarmálaráðið vísir eisini á, at danski staturin veðheldur fyri alla lántøku hjá almennum partafeløgum í Danmark.

 

- Á henda hátt fáa feløgini ágóðan av høgu kredittmetingini hjá danska statinum, sigur Fíggjarmálaráðið.

 

Les meiri her á in.fo klokkan 18.30