Landið fær 123 mió av vinningsbýtinum frá Bakkafrost

Tá Bakkafrost rindar vinningsbýti, so er skatturin í miðal 29 prosent av útbýtinum, hóast kapitalvinningsskatturin í Føroyum er 35 prosent.

 

Tað er tí, at fleiri av partaeigarunum í Bakkafrost útlendskir. Tí tað veldst um, hvar tú býrt, hvussu tú verður skattaður í Føroyum av kapitalvinningi.

 

– Tey, sum gjalda minst, gjalda 15 prosent í skatti, og tey, sum gjalda mest, gjalda 35 prosent. Av tí at vit hava dupultskattaavtalur við Norra, so gjalda teir norsku partaeigararnir bara 15 prosent í kapitalvinningsskatti í Føroyum, segði Regin Jacobsen við Sosialin í sambandi við útbýtið felagsins í fjør.

 

Um 18 prosent av partaeigarunum í Bakkafrost búgva í Norra.

 

Um ein einstakur partaeigari í føroyskum felag eigur meira enn 10 prosent av partapeninginum, so er hann skattskyldugur í heimlandinum. Men eingin partaeigari í Bakkafrost eigur meira enn 10 prosent. Tí rinda allir partaeigarar í Bakkafrost kapitalvinningsskatt til føroyska landskassan.

 

Vinningsbýti hjá Bakkafrost hesaferð er 425 milliónir krónur. Tað merkir, at landskassin fær góar 123 milliónir krónur av hesum í kapitalvinningsskatti.

 

Tað er altíð uppgávan hjá partafeløgum at flyta Taks pengarnar fyri kapitalvinningsskatt, áðrenn vinningsbýtið verður latið partaeigarunum.

 

Regin Jacobsen segði við Sosialin í fjør, at tað er politikkurin hjá Bakkafrost, at helvtin av úrslitinum eftir skatt verður goldið sum vinningsbýti til partaeigarnar.