Sev skal ikki longur hava einkarrættin til at alt vatn í Føroyum.
Tað staðfestir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum
Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri tjóðveldi, hevur spurt partakvinnuna, Sirið Stenberg um støðuna viðvíkjandi orkuveiting í Føroyum.
Sirið Stenberg sigur, at ein arbeiðsbólkur hevur kannað erorkuøkið, men at umboðini fyri Sev mæltu frá at broyta bygnaðin hjá Sev.
Hinvegin hildu umboðini fyri Jarðfeingi, at fleiri fyrimunir kunnu verða við at skilja SEV sundur í eitt netfelag og eitt framleiðslufelag. Tað kann gerast innanhýsis í Sev, ella við tað, at landið yvirtekur sjálvt elnetið.
Verður Sev liðað sundur í eitt framleiðslufelag og eitt netfelag, eigur tað at geva øðrum veitarum møguleikar at fara undir at framleiða streym og tað kundi eisini skundað undir umleggingina til grøna orku, heldur landsstýriskvinann.
– Tá ið talan er um vindorku, skal hon bjóðast út, og tá hava øll møguleika at bjóða seg fram. Men tá ið talan er um vatnorku, eitt nú frá smáum vatnorkuverkum, hevur Sev at kalla havt einkarrætt til alt vatnið í Føroyum.
Men Sirið Stenberg sigur, at eftir ætlan verður hetta nú broytt so at Sev ikki longur skal hava einkarrætt til vatnið.
– Tá ið talan er um sólorku, verður arbeitt við eini serligari avrokning, men enn ber ikki til hjá vanligum fólki at gera við sólsellum til egið brúk, og inn á netið.
– Samanumtikið kann sigast, at tað er tørvur á at lata aðrar orkuframleiðarar fáa atgongd til elnetið hjá SEV, heldur Sirið Stenberg.