Landið tekur pengar frá teimum eldru

Uttan orð ella eið, hevur Fíggjarmálaráðið tikið pengar, sum kommunurnar annars skuldu hava til tey eldru, siga tey í Kommunufelagnum

 

Tá ið kommunurnar yvirtóku eldraøkið, skuldu kommunurnar fáa 375 milliónir frá landinum at reka eldraøkið fyri.

 

Ein partur av hesi upphæddini, skuldi vera illa umstrídda forskattingin av pensjónum, sum kommunurnar skuldu fáa óskerdar at fíggja eldraøkið fyri. Tilsamans var talan um 285 milliónir krónur.

 

Men ein stóran part av árinum í fjør, gjørdu kommunurnar vart við, at tær fingu alt ov lítið inn í forskatting av pensjónum.

 

- Kommunufelagið hevur somuleiðis undrast yvir, at samsvar ikki er ímillum skattin av eftirlønum, og tað, sum landið letur útaftur til kommunurnar, sigur Kommunufelagið í eini fráboðan til fíggjarnevndina hjá Løgtinginum, nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerar.

 

Men síðani hevur Fíggjarmálaráðið boðað Kommunufelagnum frá, at einar fimm milliónir verða drignar av forskattingini, og tær verða síðani endurrindaðar til reiðarar undir FAS.

 

Avleiðingin er, at kommunurnar hava bara fingið 277 milliónir krónur í fjør í forskatting av pensjónum, ella átta milliónir krónur minni enn væntað.

 

- Hetta hevur verið gjørt, hóast hetta ongantíð hevur verið nevnt í samráðingum ímillum land og kommunur, sigur Kommunufelagið.

 

- Harumframt hevur Fíggjarmálaráðið ikki so mikið sum ómakað sær at kunna kommunurnar um, hví ósamsvar er ímillum forskattingina, og ta upphædd, sum verður endurrindað kommununum.

 

Og í Kommunufelagnum siga tey, at hetta er greitt brot á allar gjørdar semjur.