- Nú landsstýrið onga játtan hevur sett av til innkomuvegin, steðgar alt hetta arbeiðið upp, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.
Tað var 7. oktobur í fjør, at Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, og Heðin Mortensen, tá borgarstjóri í Havn, endiliga undirskrivaðu eina semju um nýggja innkoyringarvegin til Havnar, sum kommunan og landið annars hava keglast um í eini 20 ár.
Semjan segði, at ein nýggjur innkomuvegur skuldi byggjast, av Skarðshjalla, umvegis nýggja rundkoyring við Hvítanesvegin omanfyri munnan til Eysturoyartunnilin og norður um Havnina til Oyggjarvegin. Landið skuldi rinda fyri høvuðsvegin, Tórshavnar kommuna skuldi rinda fyri íbindingarnar og Eysturoyar- og Sandoyartunlar skuldi rinda fyri vegin frá tunnilsmunnanum og í landsvegin. Eftir ætlan skal innkoyringarvegurin verða liðugur, tá koyrandi er gjøgnum Eysturoyartunnilin í 2020.
Stutt eftir at hon megnaði at koppað Heðin Mortensen sum borgarstjóra í Havn, segði Annika Olsen, at ætlanin um innkoyringarveg mátti endurskoðast. Sjálv mælti hon til at kanna, um ein tunnil kundi gerast av Hvítanesi, undir alla Hoyvík og koma út aftur í Marknagili.
Tunnilsuppskotið hjá borgarstjóranum vann tó ikki undirtøku og tí hevur kommunan avgjørt at hildið seg til upprunaligu avtaluna við Samferðslumálaráðið og Landsverk frá 7. oktobur í fjør.
Nú, eitt ár seinni, er ivasamt, hvussu verður við avtaluni. Í nýggju fíggjarlógini eru einans 2,5 milliónir krónir settar av til nýggja innkoyringarvegin, og tað røkkur ov stutt, sigur Annika Olsen.
- Innkomuvegurin kostar áleið 250 milliónir krónur. Men nú sitandi samgonga á Løgtingi bara játtar 2,5 milliónir krónur til hesa verkætlanina í 2018 - og onga játtan í 2019 og 2020 - mugu vit staðfesta, at landið er lopið frá avtaluni. Hetta er sera álvarsligt, tí í 2020, tá tunnilin inn í Eysturoynna letur upp, verður ein stórur ferðsluruðuleiki í Havn, verður eingin innkomuvegur gjørdur nú, sigur Annika Olsen.
Henni dámar eisini lítið, at Helena Dam á Neystabø, sum eisini er býráðslimur, av tingsins røðarapalli í morgun ákærdi meirilutan í býráðnum í Havn fyri at leypa frá avtaluni.
- Tórshavnar kommuna hevur undirskrivað eina avtalu og hon verður hildin. Men vit bíða framvegis eftir, um sitandi meiriluti á Løgtingi heldur síni lyfti. Higartil er onki hent, sigur hon.