Landið sparir tíggjutals milliónir

PENSJÓN Við at taka gullrandaðu pensjónina frá landsstýrisfólkum og viðgera tey sum vanlig fólk við 15 prosentum í pensjónsgjaldi sparir landið nógvar pengar

Gjøgnumskygni í skipanini hevur verið høvuðsendamálið hjá nevndini, sum hevur skrivað álitið um samsýning og eftirløn landsstýrismanna, sum varð lagt fram í Tinganesi týsmorgunin.
Nevndin mælir til at kolvelta ta gullrandaðu eftirlønarskipan, sum landsstýrisfólk hava. Eftir galdandi skipan upptjena landsstýrisfólk sær fulla eftirløn, tá tey hava sitið átta ár í landsstýrinum. Tað merkir, at tey tá hava vunnið sær rætt til eftirløn, sum er 60 prosent av lønini – og tað merkir aftur, at eftir galdandi skipan fær pensjóneraður landsstýrismaður slakar 30.000 krónur um mánaðin í pensjón.

Hesin landsstýrismaðurin kostar landskassanum – um vit siga, at hann fær pensón í 15 ár – 5,4 milliónir krónur í dagsvirði í pensjón eftir galdandi skipan. Skuldi hann fingið pensjón í 25 ár – altso livað í 25 ár sum pensjónistur, so kostaði hann landskassanum 9 milliónir krónur.

Sambært álitinum mælir nevndin til, at landið rindar landsstýrisfólki 15 prosent av lønarsamsýningini afturat í eftirløn í eina góðkenda eftirlønarskipan – sama skipan, sum rættiliga nógvir vanligir lønmóttakarar hava.

Rokna vit eftir hesum, so kostar sami pensjóneraði landsstýrismaður, sum vit nevndu omanfyri, eftir nýggju skipanini, har hann fær 170.000 meira í løn, bara 15 prosent av lønini hesi átta árini hann er landsstýrismaður. Hesin landsstýrismaðurin kostar nú landskassanum 915.000 krónur, sum verða goldnar samstundis sum lønin. Um hetta var galdandi eftir lønini, sum landsstýrisfólk fáa í dag, so kostaði hann eftir hesi skipan »einans« 708.000 krónur.

Við at viðgera landsstýrisfólk sum vanlig fólk á pensjónsøkinum, fer landsskassin at spara tíggjutals milliónir krónur í landsstýrisfólkapensjónum.