Landið sleppur ikki undan ábyrgd

Tað var av sonnum ein skelkandi og ófrættakendur boðskapur, sum nýggja landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, borðreiddi við fyrr í vikuni – at eingin játtan er til at reka øll tey nýggju ellisheimini, sum bygd verða kring landið í løtuni, og sum skjótt eru liðug.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu í skrivi.

Hann vísir á, at Tórshavnar kommuna í løtuni byggir Boðanesheimið, sum er eitt ellisheim til 64 búfólk. Heimið er liðugt at taka í nýtslu ikki seinni enn 1. oktober 2012. Árligu rakstrarútreiðslurnar koma at liggja um 40 miljónir krónur.

- So Annika Olsen, hin 1. oktober 2012 flyta fyrstu búfólkini inn í Boðanesheimið, og tað áliggur tær sum landsstýriskvinnu at skaffa fíggingina til raksturin, sigur Heðin Mortensen í skrivinum.

Hann heldur støðuna vera so ótrygga, at kommunan má umhugsa at steðga byggingini av Boðanesheiminum, um ikki frægari tónar koma úr landsstýrinum. Og tað verður einki minni enn ein skandala, kemur tað hartil, heldur hann.

Men skandalan verður ikki minni, um Boðanesheimið fer at standa gapandi tómt í mánaðar og ár.

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu endar skrivið við hesum orðum.

- Lat tað ljóða púra greitt, at landið sleppur ikki at renna undan ábyrgd á hesum øki, sigur Heðin Mortensen.