Tað var best um landið átti SEV. So bersøgin er vinnumálaráharrin, Johan Dahl, í Sosialinum mándagin. Men um landið skal yvirtaka SEV, skal tað gjalda nógvar 100 milliónir krónur í endurgjaldi, sigur Heðin Mortensen, formaður í kommunusamtakinum.
- Kommununar hava sett SEV á stovn. Tær hava goldið tað, tað kostar og fingið tað at rigga. Allar íløgur, sum eru gjørdar, og tann raksturin, sum kommunurnar hava goldið, síðan SEV varð sett á stovn, skulu kommunurnar hava endurgjald fyri, um landið ætlar at yvirtaka SEV, sigur Heðin Mortensen.
- Talan er um nógvar 100-tals milliónir, leggur hann aftrat.
Hann heldur ikki, at tað verður bíligari fyri brúkaran, um landið yvirtekur SEV.
- Eg trúgvi ikki, at tað verður bíligari fyri brúkaran - tað liggur eftir at vísa, hví tað skal vera tað, sigur Heðin Mortensen. Haraftrat eru kommunurnar tær, sum eru best fyri at fremja tær bygnaðarbroytingar, sum eru á veg.
Skal hava professionella nevnd
Ein av atfinningunum hjá vinnumálaráharranum er bygnaðurin hjá SEV, har tey sjey kommunuøkini velja eitt umboð hvør. Vinnumálaráharrin saknar eina "virkisfúsa og professionella nevnd", sigur hann.
Á tí økinum koma helst broytingar í nærmastu framtíð, sigur Heðin Mortensen.
- Vit hava arbeitt við hesum eina tíð, og tað er stórt sæð klárt at leggja fram fyri eigarunum, sum er kommurnar. Tað eru tær sum avgera, hvussu bygnaðurin skal vera, men eg haldi, at tíðin er farin frá hesum háttinum at skipa seg uppá, sigur Heðin Mortensen.
Hann heldur, at SEV skal leggja seg efter at hava eina professionella nevnd og skal leggja seg meiri eftir at skipa seg, sum stórar fyritøkur gera.
- Vit mugu fylgja við tíðuni. Samfelagið broytist, og tað hevði eftir mínari meting verið gott at broytt bygnaðin á SEV soleiðis, at vit hava eina meira virkisfúsa nevnd, sum líkist meira ti, sum stórar fyritøkur hava, sigur Heðin
Mortensen og leggur aftrat:
- Hetta er als ikki fyri at tala at tí arbeiði, sum hevur verið gjørt - tað er eitt gott arbeiði, men vit mugu fylgja við tíðini.
Nýggi leisturin er ikki heilt í tráð við, hvussu professionellar nevndir verða valdar, men skal í størri mun leggja dent á eginleikar hjá nevndarlimunum, og at teir passsa saman, so man fær eina nevnd, sum er fjølbroytt, og har limirnir hava ymiskleikar, sum stuðla uppundir hvønn annan. Kommunurnar taka avgerð um bygnaðarbroytingarnar 28. mars 2014.
Vil skilja net og framleiðslu at
Eitt sum Johan Dahl finnist at er, at SEV bæði framleiður og selur el. Hetta oyðileggur kappingarførið. Tí skal el-netið sum minsta mát skiljast frá SEV, tí tað skeiklar kappingarførið hjá el veitarum.
Hesum er Heðin Mortensen ikki ósamdur í.
Tað er møguligt, at tað ikki er besta loysnin, men so má landið gjalda, tað aftur, sum kommunurnar hava goldið til viðlíkahald av netinum og fyri tær íløgur, sum eru gjørdar, sigur hann.
- Tað eru kommununar, sum hava sett SEV á stovn. Tær eiga SEV, og tær avgera, hvat skal henda, sigur Heðin Mortensen.










