Landið rindar nógv meiri rentustuðul í ár

Higartil í ár hevur landið goldið 30 mió. krónur meiri í rentustuðuli enn um hesa tíðina í fjør Teir høgu sethúsaprísirnir síggjast nú aftur í útreiðslunum, sum tað almenna hevur av rentustuðlinum.

Teir fyrstu 10 mánaðirnir rindaði landskassin meiri enn 100 mió. krónur í rentustuðli ímóti umleið 70 mió. krónum somu mánaðir í 2006. Alt árið í fjær kostaði rentustuðulin landskassanum 87 mió. krónur.

Útreiðslurnar til ferðaútreiðslur og dupult húsarhald eru eisini vaksnar nógv. Tøl hjá Toll- og Skattstovuni vísa, at stuðulin til ferðaútreiðslur hevur longu nú sett ársmet, hóast árið ikki er liðugt enn.

Kelda: Kringvarpið