Samráðingar
Endar støðan á arbeiðsmarknaðinum við, at sáttmálin millum SEV og Maskinmeistarafelagið skal tingast umaftur, sum so í ringasta føri kann enda við verkfalli, verða motorarnir hjá SEV sløktir, áðrenn maskinmeistararnir fara heim. Og so liggur landið í myrkri.
Klæmint Weihe, stjóri í SEV, sigur, at motorarnir hjá SEV kunnu ikki ganga mannleysir, so tað gongur bara heilt stutt tíð, til einki ljós er í landinum.
?Tað er so tað, vit høvdu at fyrihalda okkum til, tá skrivað varð undir sáttmálan, sigur SEV stjórin.
Hann sigur, at hann hevði hoyrt Karsten Hansen, landsstýrismann, siga á einum fundi, at hann fór ikki at góðkenna sáttmálan. Talan var ikki um samráðingarfund, tí Karsten Hansen luttók ikki í samráðingunum.
?Karsten Hansen kendi tá ikki sáttmálan, men hevði hoyrt um lønarrammuna. Síðan hava vit umvegis pressuna frætt, at Karsten Hansen ikki vil góðkenna sáttmálan, men hava enn einki frætt beinleiðis frá honum, sigur Klæmint Weihe.
Hann sigur, at hetta er móti vanligari mannagongd í slíkum førum. Skrivað stendur, at landsstýrið skal góðkenna broyting í galdandi reglum viðvíkjandi normeringum og lønum. Undir hetta verður so lønarsáttmálin flokkaður.
?Vanlig mannagongd hevur verið, at vit senda sáttmálan til góðkenningar, og so kemur hann góðkendur aftur. Landsstýrið plagar ikki at blanda seg upp í soleiðis, sigur Klæmint Weihe.
Hann undrast eisini á, at tað nú knappliga verður gjørt vart við í pressuni, at landsstýrismaðurin ikki vil góðkenna sáttmálan, sum hann fekk sendandi frá SEV longu tann 4. apríl.
Klæmint Weihe sigur, at nú verður viðgjørt, hvat gerast skal. Hann hevur frætt, at Karsten Hansen hevur biðið embætisfólk síni skriva eitt bræv, sum fer at boða frá, at sáttmálin ikki verður góðkendur. Tá tað er komið, veður málið tikið upp til viðgerðar.
Men verður endin í ringasta føri tann, at maskinmeistararnir hjá SEV enda í einum verkfalli, merkjast fylgurnar beinanveg, sigur Klæmint Weihe, stjóri á SEV.
?Menninir sleppa ikki av verkinum, fyrr enn sløkt er.









