Landið eigur ábyrgdina

Í 2009 góðkendi Almannamálaráðið nýggjar viðtøkur fyri røktarheimið á Sýnini, sum greitt siga, at landskassin skal gjalda alt viðlíkahald av bygninginum. Táverandi landsstýriskvinna er í dag borgarstjóri í Vága Kommunu, sum eftirlýsir pengar til viðlíkahald

Søgan um røktarheimið á Sýnini var av fyrstantíð ein sólskinssøga um eitt byggjarí, sum skuldi hýsa teimum gomlu og veiku í Vágum. Heimið varð bygt í 1970 til 1972, og kostaði tá avtornaði góðar 7,9 milliónir krónur. Sambært byggiroknskapinum rindaði Folkepensionsfonden góðar sjey milliónir av rokningini, kommunurnar í Vágum, sum tá vóru fimm í tali íroknað Mykines, rindaðu 550.000 krónur, meðan restin kom frá innsavnan og gávum annars. Heimið varð skipað sum ein sjálvsognarstovnur, og alt virksemið varð næstu mongu árini rikið eftir hesum leisti. Sjálvsognarstovnurin, sum fekk eina góða byrjan, ikki minst við góðum startkapitali úr Folkepensionsfonden, hevði tó ongantíð tað stóra av pengum til viðlíkahald.
2009 skuldi eldraøkið samansjóvast, tað veri seg røktarheimtilboð og heimarøktin. Viðtøkurnar fyri heimið á Sýnini vórðu broyttar, og alt virksemið inni í heiminum lagt undir Nærverkið. Í grein-9 í reglugerðini stendur, at ”landskassin ber allar rakstrarútreiðslur av heiminum, her ímillum viðlíkahald av bygninginum.”
Eftir stóð sjálvsognarstovnurin, sum nú bara hevði til uppgávu at velja eitt stýri, sum so aftur skuldi hava eyguni eftir bygninginum og gera Nærverkið varug við neyðugar ábøtur.
Tað hevur stýrið so gjørt, men higartil uttan stórvegis úrslit.
Rósa Samuelsen var landsstýriskvinna í almannamálum, tá nýggja reglugerðin fyri heimið á Sýnini varð góðkend av Almannamálaráðnum.
- Alternativið var, at landið rindaði eina ávísa húsaleigu til sjálvsognarstovnin á Sýnini. Teir pengarnir kundu so verið brúktir til viðlíkahald. Men vit hildu tó, at hetta var tann rætti leisturin fyri allar partar, nevniliga at landið fekk fulla ábyrgd av bygninginum og harvið eisini skyldu til at halda hann við líka, sigur Rósa Samuelsen.
Hóast tað hevur verið so sum so við viðlíkahaldsarbeiðnum síðani, so heldur Rósa Samuelsen ikki, at tað var ein skeivur leistur.
- Tú kanst kanska siga, at tað var eitt sindur naivt. Men hinvegin, so kom kreppa í 2009, og hesi árini hava ikki verið brúktir nógv pengar til at halda almennar bygningar við líka, sigur Rósa Samuelsen, sum í dag situr hinumegin borðið sum borgarstjóri í Vága Kommunu.

Rokningin
Tað hevur í longri tíð ligið í kortunum, at kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið. Men kommunurnar í Vágum, sum nú bara eru tvær í tali, aftra seg við at taka ímóti meira enn 40 ára gamla og niðurslitna heiminum á Sýnini. Tí tá økið er yvirtikið, liggur øll rokningin hjá kommununum.
Telvingin um, hvør skal gjalda fyri umfatandi umvælingararbeiðið eftir manglandi viðlíkahald í áravís, stendur framvegis millum land og kommunur.
- Kommunurnar í Vágum hava skotið upp ein leist, ið minnir um ta stuðulsskipan, ið er brúkt til at byggja nýggj ellis- og røktarheim kring landið, sigur Rósa Samuelsen.
Hon sipar til løgtingslóg nr. 48 frá 2009, ið gevur landskassanum heimild til at lata í mesta lagi 700.000 krónur í stuðli fyri hvørt búfólkið, ið heimið er ætlað til, tó ongantíð meira enn helvtina av samlaða byggikostnaðinum. Restina skulu kommunurnar í økinum so gjalda.
Lógin frá 2009 gav landsstýrinum heimild til at lata í mesta lagi 95 milliónir í studningi, og allir pengarnir eru brúktir. Og hartil fer lógin úr gildi á nýggjárinum.
Greitt er tó, at ein slíkur leistur hevði latið upp fyri møguleikanum at gera munandi ábøtur á heimið á Sýnini.
Sambært eini støðumeting frá Landsverki í 2008 kosta ábøturnar á bygningin umleið 33 milliónir krónur. Men frágreiðingin tekur eisini síni fyrivarni. Metingin er eingin trygd móti fjaldum skaðum og/ella brekum, staðfestir Landsverk.
Tað fyrivarni hevur eisini fest seg hjá borgarstjóranum í Vága Kommunu.
- Vit vita ikki, hvat samlaða rokningin verður. Tí haldi eg tað vera rættast at bjóða arbeiðið út og fáa nøkur tilboð á borðið, áðrenn ein býtislykil fyri kostnaðin verður gjørdur, sigur Rósa Samuelsen.
Hon sigur seg hava vónir um at finna eina loysn, saman við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.
Men kabalin gerst ikki lættari av, at ongir pengar eru settir av á fíggjarkørmunum til heimið á Sýnini, og galdandi studningslóg er sum nevnt tráðroynd og uppbrúkt.
- Fyri kommunurnar í Vágum er støðan somikið greið, at vit taka ikki ímóti eldraøkinum og harvið heiminum á Sýnini, uttan at pengar fylgja við til at gera umfatandi umvælingararbeiðið, sigur Rósa Samuelsen.