Landbrúkslottaríið er ein gamal siður, um ein kann kalla tað so, hjá fleiri føroyingum, sum javnan hava endurnýggjað sær seðlarnar. Nógv fólk spæla við, og nú kunnu tey fegnast um, at tey kunnu fara inn ella senda seðilin til H. N Jacobsens bókhandil, tá hann skal endurnýggjast ella keypast. Eisini kunnu tey fáa teir smærru vinningarnar har. Men teir heilt stóru vinningarnir, teir verða sendir til vinnaran sjálvan. Tað gongur alt meira loyniligt fyri seg. Tað vil so siga, at tað eru so at siga somu reglur galdandi sum til tað Lottospælið, sum Dansk Tipstjeneste stendur fyri. Tað, sum vit kenna frá Keypssamtøkunum og øðrum sølustøðum kring landið.
Tann, sum umsat Landbrúkslottaríið í Danmark, boðaði herfyri frá, at hann ikki ynskti at halda fram. Og tískil bleiv gamli Bókahandil spurdur, um tey høvdu hug at royna at umsita spælið í Føroyum. Tað varð hildið at vera líka frætt at tað bara var í Føroyum, tí tað eru rættuliga nógvir føroyingar, sum spæla við.
Vagn Andersen frá gamla Bókahandli sigur, at tað munnu vera um einir 600 føroyingar, sum javnan spæla við í Landbrúkslottarínum.
Vagn sigur, at í Danmark er tað púra vanligt, at bókhandlar umsita tílík Lotto-spøl, og heldur hann, at tað er orsøkin til, at gamli bókhandil varð biðin.
Drigið verður einaferð um mánaðin um teir smærri vinningarar, og síðani verður drigið tvær ferðir um árið um tann heilt stóra vinningin, sum er 2 milliónir krónur. Ein heilur seðil kostar um 200 krónur og er fyri hálvt ár í senn. So skal hann endurnýggjast fyri at halda fram. Ynskir ein ikki at halda fram í spælinum, so er bara at lata vera við at endurnýggja.
? Hagtølini vísa, at triðji hvør seðil vinnur, men tað eru sjálvandi nógvir lítlir vinningar, sigur Vagn, og hann leggur afturat, at tað eru yvir 26 milliónir krónur skulu deilast yvir 83.000 vinningar. Tað eru nógv, sum vinna seðilin aftur.
Vagn Andersen sigur, at tað merkist væl í handlinum, at tey hava yvirtikið hetta.
? Vit síggja nógv fólk inni á gólvinum her nú, sum vit ikki kenna andlitini aftur á, sigur hann og fegnast um tað nýggja trekkplástrið hjá bókhandlinum.
Vagn væntar, at undirtøkan fer at halda seg á sama støði nú Landbrúkslottaríið av álvara er komið til Føroyar.










