ÓLAVUR Í BEITI
? Við atliti at hesi fjøltáttan skulu setast í verk greiðari fyrisitingarligar mannagongdir, herundir vinnufremjandi tiltøk, ið hava til endamáls at menna landbúnaðarvinnuna. Tað vil siga, at vinnuliga nýtslan, t.e framleiðslan av landbúnaðarvørum, í størri mun skal verða lagað eftir marknaðinum. Í teoriini hendir hetta skjótt og liðiliga, tí hvør einstakur er eggjaður til at síggja til, at teir faktorarnir, viðkomandi ræður yvir, kasta sum mest av sær. Havast skal tó í huga, at marknaðarskipanin ikki í sær sjálvari syrgir fyri øðrum, enn at ynski brúkaranna í stóran mun verða fylgd, sigur Finnbogi Arge.
Og sagt verður eisini í tilmælinum hjá landbúnaðarmálaráðharranum, at ætlanin er tí ikki dag frá degi at avtaka verandi landbúnaðarstudningar, men heldur at endurskoða galdandi skipan, við atliti til at menna vinnuna. Her verður serliga hugsað um ráðgeving, royndarvirksemi og stuðul til verkætlanir t.d. innan framleiðslu av vistfrøðiligum landbúnaðarvørum o.ø. At nýta tey amboð, sum eru tøk í galdandi lóggávu, at tryggja búsetingarmynstrið í útoyggjum, her verður hugsað um bústaðarskyldu festarans, og at skapa møguleikar fyri, at aðrar vinnur kunnu ganga saman við landbúnaðinum.
? At landbúnaðurin í størri mun fær strategiskan týdning sum eitt slag av tilbúgving í krepputíðum, tá tørvur er á at hava framleiðsluorkuna í landinum, og verður málsetningurin í hesum sambandi tí at økja um framleiðsluna av fóðri og minka samsvarandi um innflutningin. Málsetningurin fyri framtíðina hjá landbúnaðinum verður at eggja til, at vinnan kann verða sjálvberandi og sum frálíður skapa avkast. Hetta er fyrsta fortreytin fyri, at vinnan kann gerast búskaparliga stabil.
? Skal landbúnaðarvinnan skapa framburð í samfelagnum, má hon vera innovativ, hava dagførda vitan og fjøltáttað samskifti. Samstundis má hon liva upp til tey krøv, samfelagið setir henni og - við virðing fyri settum stevnumiðum - skal landbúnaðarvinnan, so vítt gjørligt sjálv skipa fyri sínum viðurskiftum, sigur Finnbogi Arge.