Landavegssúkkling á vestanstevnu

40 kilometrar av landavegssúkkling eru á skránni, tá vestanstevnan verður um vikuskiftið

Tað er Tórshavnar Súkklufelag, sum skipar fyri kappingini, sum er fyri bæði børn og vaksin. Kappast verður í trimum bólkum fyri ávikavist gentur og dreingir, umframt at tey vaksnu kappast í bólki fyri seg.

Yngstu súkklararnir kappast á einum teini, sum er tveir kilometrar til longdar, meðan tey vaksnu kappast á 40 kilometrum.

Allir súkklarar møtast við kirkjuna í Sørvági, har starturin og mál verður. Súkklað verður móti Bø, har vent verður, og so aftur inn í Sørvág, har málið er.

Tað er krav, at súkklararnir nýta hjálm, tá luttikið verður. Tilmelding til kappingina er á staðnum ein hálvan tíma undan sjálvari kappingini. Hjá teimum vaksnu byrjar hendan klokkan 10. Yngru súkklararnir byrja klokkan 13.