Klaksvíkar Sjónleikarfelag spælir í hesum døgum skemtileikin Landastrokið, og leikurin hevur fingið sera góða móttøku.
So at siga allar sýningarnar higartil hava verið fyri fullum húsum, og framvegis er stórur áhugi fyri at sleppa at síggja leikin.
Landastrokið er ein klassisk farsa, har nógv verður fløkt saman og misskilt, áðrenn tað verður greitt aftur.
Landastrokið verður sýnt um vikuskiftið, og í næstu viku halda sýningarnar fram. Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Atlantis.