Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, hevur lýst landasorg í tríggjar dagar eftir ta ógvusligu spreingingina á einum oljureinsiverki í gjár, tá minst 39 fólk lótu lív, og 80 onnur fingu skaða.
Vanlukkan, sum stóðst av einum gassleka á Amuay-reinsiverkinum, sigst vera tann ringasta í landsins søgu, og sambært orkumálaráðharranum, Rafael Ramírez, er orsøkin til lekan ikki funnin enn. Hugo Chavez, forseti, hevur givið boð um, at vanlukkan skal kannast út í æsir og sum skjótast.
Amuay-oljureinsiverkið er tað næststørsta í heiminum og kann reinsa 955.000 tunnur um samdøgrið. Sambært orkumálaráðharranum verður framleiðslan ætlandi tikin uppaftur í morgin ella týsdagin.