Polska stjórnin hevur lýst landasorg í eina viku, eftir at landsins forseti, Lech Kaczynski, og fleiri leiðandi politikarar og embætismenn doyðu í einari flogvanlukku í Russlandi í morgun.
Russiski forsetin, Dmitri Medvedev, hevur sett eina nevnd við Vladimir Putin, forsætisráðharra á odda at kanna orsøkina til vanlukkuna.
Polski forsætisráðharrin, Donald Tusk, segði í einari røðu í dag, at vanlukkan í morgun er tann ringasta, sum hevur rakt Pólland í nýggjari tíð.
Nógvir ríkis- og stjórnarleiðarar hava sent polsku tjóðini samkensluheilsan. Teirra millum eru Barack Obama, Dmitri Medvedev, Angela Merkel og Gordon Brown. Úr Danmark eru heilsanir komnar frá Margrethu drotning, Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra og Lene Espersen, uttanríkisráðharra.