Landasorg í Egyptalandi

Herovastaráðið í Egyptalandi hevur lýst landasorg í tríggjar dagar í sambandi við ófriðin, sum brast á aftan á ein fótbóltsdyst í býnum Port Said í gjárkvøldið.

Minst 74 fólk doyðu, tá viðhaldsfólk hjá teimum báðum liðunum, al-Masry og al-Ahly, tustu inn á vøllin. Meiri enn 100 fólk fingu skaða.

Egyptiska stjórnin er boðsend til eykafund í dag at viðgera støðuna. Sum skilst ætla fólk at ganga mótmælisgongu í dag, tí tey eru misnøgd við, at løgreglan gjørdi ov lítið fyri at steðga ófriðinum í gjárkvøldið. Summi siga, at løgreglan legði als ikki uppí.