Landasorg í Belgia í dag

Tey børnini, sum sluppu livandi frá bussvanlukkuni í Sveis týskvøldið, komu í nátt við flogfari til belgiska høvuðsstaðin Bruxelles. 20 børn komu við flogfarinum, men tey seinastu fýra fingu so stóran skaða, at tey eru enn á sjúkrahúsi í Sveis.

Líkini av teimum 28, sum doyðu í vanlukkuni, eru framvegis í sveisiska býnum Sion, og tað er ikki greitt, nær tey verða flutt heim. Millum tey 28 eru seks niðurlendsk børn.

Belgiska stjórnin hevur lýst landasorg í dag. Klokkan 11 lokala tíð verður tøgn í ein minutt, og fløggini fara í hálva stong. Eisini í Niðurlondum flagga almennir bygningar í hálvari stong í dag.

Nógv fólk vóru í tjóðartingshúsinum í Bruxelles í gjár og skrivaðu í eina serliga samkenslubók, sum liggur frammi har. Millum teirra, sum skrivaðu í bókina í gjár, vóru Elio Di Lupo, forsætisráðharri, og fleiri ráðharrar.