- Lívið er ein lítil løta, alt tú eigur fánar her. Gingið er hin evsta gøta, kærleikin tá eftir er. Bert kærleikin tá eftir.
Flestu fólk munnu hava lagt merki til vakra sangin, tá tey hava tendrað fyri útvarpstólinum, og tað gjørdist eisini landaplágan hjá føroyska countrykonginum Hallur Joensen, Lívið er ein lítil løta, ið vann virðislønina sum Ársins Folk, Country og Blues sangur á FMA.
Hini sangirnar, ið vóru tilnevndir vóru Hairy Woman hjá Punjab, Saknar hjá Hanus G. & Cantabile, Kári Kálvalið hjá Halli Joensen og Run to You hjá Punjab.