Landaplágurnar hjá Kringvarpinum

Danial Viðoy
--------

Næst á skránni er Vitan, sum verður endursend fyri triðju ferð í tveir dagar við Kára Sólstein. Sendingin fer eisini í dag at seta sjóneykuna á djóraatferð; sum tað eisini var í gjár og beint í áðni.

Seinastu tíðina havi eg veruliga lagt til merkis, av greiðum orsøkum, at Kringvarpið er ein sonn landaplága fyri føroyafólk. Fyrst og fremst verða vit plága við somu sendingunum aftur og aftur, og aftaná fáa vit eina rokning, sum allarflestu rinda við ringum tannabiti.

Kvantitativt útvarp
Ein av seinastu sendingunum av FM204 í summar, sum snúði seg um italska mentan og serliga matgerð, varð væl hoyrd. Fyrst varð hon send um dagin millum 14.00-16.00 og síðani aftur um náttina millum 02.00-04.00. – Tey fingu ein tíma afturat at smaska italskan mat í, so hetta gjørdust 6 tímar við práti um ein italskan rætt! – Og tá hugsaðu vit, sum stóðu niðri á fabrikkini á einum trolara við Jan Mayen, at nú er smaski hjá Elini í Stórustovu og Jákup Magnussen liðugt. Men Gud hjálpi mær! ... klokkan 14.00 (eitt samdøgur síðani at hon varð send fyrstu ferð), vóru brot av smaskinum hjá Elini og Jákupi endursend.
Talan var um eina, eftir mínum tykki, tunna sending við smølum innihaldi og rættiliga nógvum smaski. Sendingin kundi vart í eitt korter ella hálvan tíma. So hevði talan kanska verið um eina sending við eitt sindur av kvaliteti! – Nei! hugsaðu tey á Kringvarpinum, kom latum okkum plága okkara kringvarpsrindarar!

Hoyrdu tit tíðindini!
Á morgni eru nakrar stuttar tíðindasendingar og á middegi og út á dagin eru hesar stuttu tíðindasendingarnar toygdar við eitt sindur av tíðinda-kryddri afturat. Um onkur hevur hoyrt tíðindasendingarnar á morgni, so hevur hesin mest sum hoyrt tíðindi, sum útvarpið hevur at bjóða, fyri dagin. – Hoyrdi tú tíðindini í kvøld! .. nei! eg hoyrdi tey í morgun.

Ein landaplága
Kringvarpið er ein landaplága í orðsins sanna týdningi: plága, mein til ampa fyri nógv fólk. Útvarpið er á tremur við endursendingum. – Hetta eru næstan sum oddagreinirnar í Sosialinum beint eftir at samgongan var skipað; eini sjey fylgjandi oddagreinir, sum viðgjørdu tað sama, Fólkaflokkin og Jørgen. – Og næstan tað einasta, ið ikki verður serliga nógv endursent, er sendingin, sum næstan skuldi burturbeinast, nevniliga morgunlesturin. Har er ið hvussu er okkurt nýtt at hoyra hvønn morgun.

Okkurt nyttuligt tó
Tó er við hvørt okkurt nyttuligt at hoyra í útvarpinum, morgunsendingin, Áðrenn Elvis, Vitan og aðrar. Men hesar verða tíanverri oystar omanyvir Marsannu og Palleba fleiri og fleiri ferð.

– Men eg vil bert við hesum lítla skrivi vísa mína misnøgd við okkara endurtakandi Kringvarpið, ið ikki gloymir at minna fólk á rokningar; men heldur gloymir at geva fólkunum okkurt fyri pengarnar.

Nú gjørdist hetta kanska ein endursending hjá mær, tí slík lesarabrøv eru javnan at síggja. Men enn er eingin í Sortudíki vaknaður!