Landaplága roynir seg aftur

Ein gomul landaplága skal nú stríðast ímóti nýggja popptónleikinum á 15 teimum bestu

Ein av sangunum, sum hesa vikuna er eykalag á 15 teimum bestu, er ein gamal kenningur. Í rúgvuni av nýggju sangum er eisini sangurin Til Allar Vinir, sum Blátt gav út fyri eini 15 árum síðani.
Sangurin hevur verið sera nógv spældur í Útvarpinum, og nú er hann komin við á savnsfløguna Popplist 3. Hetta hevur við sær, at sangurin eisini er blivin eykalag á 15 teimum bestu og skal royna eydnuna millum eitt nýtt ættarlið av ungfólki.
Atkvøðast kann fyri sanginum og øðrum sangum á heimasíðuni hjá Útvarpinum.