Nú fer Danmark at lata landamørkini enn meira upp, sum eisini merkir, at Føroyar nú verða knýttar nærri at umheiminum.
Danska stjórnin ætlar at linka um avmarkingarnar fyri ferðslu til og úr fleiri londum, og hetta skal koma í gildi longu hin 27. juni. Hesum boðar danska Uttanríkismálaráðið frá í tíðindaskrivi í dag.
Talan er ávís lond í ES, Schengenøkinum og Stórabretland. Portugal og Svøríki eru undantikin.
Meira verður at frætta 25. juni um, hvørji lond til ber at ferðast til aftaná 27. juni.
Treytin fyri at latið verður upp er, at londini lúka krøvini fyri nøkur ávís krøv. Krav er eitt nú, at talið av smittaðum skal vera lágt - undir 20 smittað pr. 100.000 fólk um vikuna.