Landaði svartkalva frá útróðrarbátum

Tað hevur gingið væl hjá Chr Høj, síðani skipið fór til Grønlands at taka ímóti svartkalva frá útróðrarbátum.

Millum 20 og 30 bátar hava avreitt til skipið, og í vikuni var Chr Høj inni og landaði millum 70 og 80 tons av svartkalva.

 

Chri Høj hevur ligið uttan fyri bygdina Apiladok, sum er stutt frá Upernavik. Sambært reiðarínum hava teir grønlendsku útróðrarmenninir verið væl nøgdir við, at teir kunnu sleppa av við fiskin í bygdini. 

 

Ætlandi verður Chr Høj í Grønlandi tað, sum eftir er av árinum.