Fiskivinna
Tað er vorðið meira og meira vanligt, at skip landa í Saltangará leygardag, og soleiðis var eisini seinasta leygardag, tá ikki færri enn fýra ísfiskatrolarar landaðu á landingarmiðstøðini hjá Beta.
Leirvíkstrolararnir, Polarhav og Stjørnan, vóru inni við umleið 430.000 pundum, og Bakur og Stelkur hjá Faroe Seafood vóru inni við umleið 360.000 pundum.
Fyrr í vikuni løgdu eisini aðrir ísfiskatrolarar veiðina upp í Saltangará.
Rókur og Lerkur vóru inni síðsta fríggjadag við sløkum 400.000 pundum, og Heykur og Falkur høvdu 480.000 pund síðsta mikudag.
Tveir aðrir ísfiskatrolarar landaðu eisini í Saltangará í síðstu viku. Tað vóru Jaspis og Ametyst, sum høvdu 230.000 pund fyri umleið eini viku síðan.
Á landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará vænta tey í øllum førum fýra ísfiskatrolararnar til landingar hesa vikuna.
- Vit vænta, at Jaspis og Ametyst, ið vóru teir fyrstu, sum vóru inni í síðstu viku, koma inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni, og síðan vænta vit Heyk og Falk seinnapartin í vikuni.
Á landingarmiðstøðini siga tey, at upsafiskiskapurin hevur verið sera góður í vár.
- Nú fer gýtingin hjá upsanum at vera av, og fiskur fer helst ikki at standa líka tættur sum áður. Tí kunnu vit eisini vænta, at tað verður eitt sindur longri ímillum tey góðu hálini hjá skipunum, sigur tey hjá Beta í Saltangará.