Landaðu á Beta í nátt

Á Landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará landaðu teir partrolararnar Polarhav og Stjørnuna síðstu nátt, tí skipini skuldu á beding í Havn tíðliga i morgun

Fiskivinna

 

Leirvíkstrolararnir høvdu sløk 300.000 pund tilsamans, nú teir løgdu veiðina upp í Saltangará síðstu nátt.

- Vit landaðu skipini í nátt, tí tey skuldu vera á Tórshavnar Skipasmiðju longu klokkan 07 í morgun, siga tey í Saltangará.

Sum skilst, skal okkurt gerast í sambandi við vatngerarnar umborð á skipunum.

Hvussu hendan vikan annars kemur at roynast á landingarmiðstøðini, var ikki heilt greitt, tá ið vit frættu í morgun.

Ísfiskatrolarin Edna, fyrrverandi Vesturvarði, sum Faroe Seafood eigur lut í, landar eini 150.000 pund í Saltangará í morgin, og á landingarmiðstøðini vænta tey eisini, at Rókur og Lerkur og Bakur og Stelkur koma inn at landa seinni í hesi vikuni.

- Vit vænta, at hesi fýra skipini koma inn at landa hósdagin ella fríggjadagin, siga tey á Beta.