Landa lodnu á Tvøroyri

Tróndur í Gøtu er á Tvøroyri við umleið 1.500 tonsum av lodnu til matna. Teir komu inn fyrramorgunin og verða ætlandi lidnir at landa í kvøld.

Tvey onnur skip hjá Varðanum í Gøtu, Finnur Fríði og Jupiter, hava landað lodnu á Fáskrúðsfirði í Íslandi. Finnur Fríði hevði 1.800 tons og Jupiter 1.050 tons.

Lodnuskipini royna sunnan fyri Hornafjørðin. Sagt verður, at lodnan plagar at ganga skjótt vestureftir, tá hon er komin suður hagar.