Higartil í hesari vertíðini hava nótaskip landað meiri enn eina hálva millión tons av lodnu í Íslandi. Uppi í talinum er tað, sum føroysk skip hava landað til virkið á Fáskrúðsfirði, og talið umfatar eisini knappliga 20.000 tons, sum eru fiskað í grønlendskum sjógvi.
Tað skipið, sum hevur fingið mest, er Vilhelm Þorsteinsson (myndin) av Akureyri, sum hevur landað umleið 40.000 tons. Á øðrum plássi er Jón Kjartansson, sum hevur landað 34.000 tons av 16 túrum , skrivar Morgunblaðið.
Lodnuskipini royna nú vestanfyri men veðrið hevur darvað teimum nakað.










