Línuskipið Sandshavið, sum er til fiskiskap í íslendskum sjógvi, var um dagarnar inni í Ólafsvík í Íslandi og landaði eina minni nøgd av fiski. Henda túrin høvdu teir 60.000 pund.
Men, hetta er ikki fyrstu ferð, at Sandshavið er inni í Ólafsvík og landar, síðan teir teir komu yvir. Nakrar dagar herfyri vóru teir eisini inni, og tá landaðu teir 100.000 pund.
Tað er íslendingurin, Pétur Steinar Jóhannsson, sum býr í Ólafsvík, ið hevur vitjað umborð á Sandshavinum og sum hevur tikið viðheftu mynd av nøkrum av manningini.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at trý føroysk línuskip seinastu tíðina hava fiskað í íslendskum sjógvi. Eitt av hesum skipum landar í Íslandi, og tað er ivaleyst Sandshavið, ið sipað verður til.
Av hinum báðum føroysku skipunum skuldi eitt ætlandi landa í Føroyum í dag, og hitt kemur møguliga seinni í hesi vikuni.