Landa aftur á Toftum

Nýggja felagið hevur keypt húsini, sum verða rópt Valhalla, og í dag varð tikið ímóti fyrstu lastunum

Í dag landaði nýggja landingarmiðstøðin á Toftum fyrstu lastirnar.  

Fyrst í hesum árinum læt landingarmiðstøðin á Toftum aftur. Hon hevði verið opin síðani Fiskamarknaður Føroya varð stovnaður í 1993.

 

Tað eru Niclas Davidsen, Arnhold Davidsen og Hans Arni Davidsen, sum eiga felagið, ið eitur Landingarmiðstøðin á Toftum, og sum bjóðar seg fram at landa og eisini at pakka fisk. Arnhold Davidsen er nevndarformaður, og Niclas Davidsen er stjóri. Niclas hevur verið við í landingini á Toftum alla tíðina, síðani teir byrjaðu í 1993, og harvið hevur hann í næstan eina fjórðings øld samstarvað við útróðrarbátar, línuskip og eisini trolarar, sum hava landað á Toftum.

 

Felagið hevur keypt húsini sunnarlaga á havnarlagnum á Toftum, sum verða nevnd Valhalla. Har eru umstøður at skilja og pakka fiskin.

 

Í dag eru tað trolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum landa gulllaks. Hann verður sendur beinleiðis til Tavuna í Leirvík, sum hevur keypt fiskin.

-Vit vóru trettan mans til arbeiðis í dag, og tað gekk væl, sigur Niclas Davidsen.

Veiðan hjá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum var 275 tons.