Land steingir fyri Facebook í ein mánað

Teir átta milliónir íbúgvarnir í Papua Nýguinea mugu klára seg uttan Facebook í ein mánað.

Myndugleikarnir í landinum hava avgjørt, at steingjast skal fyri Facebook fyri at gera vart við stríðið í móti »fake news« og deiling av porno.

Tað skrivar Papua New Guinea Post-Courier. 

– Hesa tíðina fara vit at savna upplýsingar um falskar brúkarar, sum deila pornografiskar myndir og villleiðandi greinar, sigur Sam Basil, samskiftismálaráðharri í Papua Nýguinea.

Hann sigur, at lógin um taka steðg frá Facebook er samtykt, og hon verður handhevjað í næstum. 
Sam Basil vísir á, at talgilta rákið er komið so skjótt inn yvir Papua Nýguinea, at stjórnin hevur ikki havt møguleika at geva borgarunum vegleiðingar um sosialu miðlarnar. 

Enn er ikki kunngjørt, nær myndugleikarnir í Papua Nýguinea fara steingja fyri Facebook. 

Lond sum Kina, Iran og Norðurkorea geva ikki sínum borgarum atgongd til Facebook, og Russland hevur hótt við at steingja fyri Facebook.