Lerwick: Týsdagin varð tað gjørt av, at Áland skal verða vertur fyri Oyggjaleikirnar Ì 2009.
Tvær oyggjar høvdu bjóðað seg til at verða vertur fyri hesar leikir, men Áland vann á Ynes Mon í atkvøðugreiðsluni á aðalfundinum hjá IGA.
Føroyingar atkvøddu fyri Álandi, og tað gjørdi eisini meirilutin av hinum oyggjunum. Àland fekk 33 atkvøður, og Ynes Mon fekk 21.
Vit halda Áland verða ítróttarliga betur fyri til at hýsa leikunum. Teir hava allar fasilitetir og duga væl at skipa fyri, sigur føroyska Oyggjaleikanevndin um avgerðina at atkvøða fyri Álandi.
Leikirnir hava einaferð áður verið í Álandi, meðan Ynos Mon ikki hevur havt leikirnar.










