Oyggjaleikir
Á komandi Oyggjaleikum í Hetlandi skal avgerð takast um, hvar leikirnir skulu haldast um fýra ár.
Upprunaliga vóru tey hesaferð trý um boðið, men Saaremaa, sum annars ongantíð hevur hýst leikunum, hevur nú tikið sítt boð aftur.
Eftir stendur, at tað antin verður í Álandi ella á Ynos Mon at føroysk ítróttarfólk skulu royna seg til ta tíð. Áland hevur eisini áður verið vertur fyri leikunum. Hetta var í 1991. Ynos Mon, sum hoyrir til Wales, hevur ongantíð áður verið vertur.
Bo Frykenstein, sum er formaður í Oyggjaleikanevndini sigur, at nevndin hevur verið og vitjað hjá teimum báðum oyggjunum, sum hava boðið seg fram, og hann tykist ikki vera í iva um, at báðir umsøkjararnir eru væl egnaðir.
- Nevndin var imponerað av, hvussu nógv partarnir leggja fyri í fyrireikingunum. Bæði fyrireikingar og leikvøllir eru á høgum støði.
Í ár verða leikirnir sum kunnugt hildnir á Hetlandi, og um tvey ár er tað so grikska Rhodos, sum skal standa fyri leikunum.









