Lancia verða gjørdir í fleiri ymiskum modellum. Tann minsti er Ypsilon, síðan koma Lybra, Thesis og Phedra. Phedra verða gjørdir í Fraklandi, á somu verksmiðju sum Peugeot 807, Citroën C8 og Fiat Ulysse. Lancia Ypsilon verður roknaður sum ein luksus minibilur. Kundin velur sjálvur litsamansetingina av bilinum uttan og innan. Framman líkist bilurin tí størra Lancia Thesis. Ypsilon fæst t.d. við Bose hifi-tónleikaanleggi, framkomnum automatiskum klimaanleggi, sum einans finnast í størri bilum. Umframt bensinmotorarnar fæst bilurin eisini við einum nýggjum 1,3 litur Multijet-dieselmotori við 70 hk saman við einum nýggjum Dualmode-girkassa við automatiskum girskifti. Lancia bilarnir verða ikki marknaðarførdir í Danmark og Føroyum.









