Tey, sum hava áhuga fyri bilum og fylgja við frá tí at eitt nýtt bilmodell verður sýnt fram í flottum tekningum í bilmagasinum og sum smartir konseptbilar á bilaframsýningum, vita, at tá endaliga úrslitið fyriliggur, er tað ofta ein bilur sum líkist øllum hinum.
Verksmiðjan hevði ikki mót til at gera tann smarta bilin, sum upprunaliga var ætlanin. Orsøkin er helst tann, at tað er ivasamt hvussu kundarnir taka ímóti einum slíkum bili, tí er best at veja ta tryggu loysnina.
Men tað kemur fyri, at bilverksmiðjur tora at satsa og fara undir framleiðslu av tí flotta og smarta konseptbilinum. Eitt dømi er nýggi Lancia Dalta, ið er ein bilur sum verluliga líkist burur úr øllum øðrum bilum.
Í september 2006 almannakunngjørdi Lancia, at ein nýggjur Lancia Delta fór at koma á marknaðin. Bilurin skuldi byggjast yvir ein nýggjan Fiat plattform. Seinni varð bilurin sýndur fram sum konseptbilurin Concept Delta HPE, og á Geneve Motor Show 2008 var endaliga úrslitið sýnt fram.
Lancia Delta er designaður á Lancia Style Center. Talan er um ein miðalstóran luksusbil, har stórur dentur er lagdur á flott design. Lancia Delta vekur ans har hann kemur og er ein bilur fyri tey ið ynskja sær ein bil, sum skilir seg út í ferðsluni.
Lancia Delta er bygdur yvir sama plattform sum Fiat Bravo, men hesin er umleið 20 cm longri. Lancia er yvir 100 ára gomul italsk bilverksmiðju, sum síðan 1969 hevur hoyrt til Fiat-konsernina. Í dag er Lancia luksusbilmerkið hjá Fiat.










